Far beinleiðis til innihaldið

Møti hjá Jehova vitnum

Fá nakað at vita um møtini hjá okkum. Finn nærmasta møtisalin.

Finn nærmasta møtistaðið (opens new window)

Hvussu ganga okkara møti fyri seg?

Jehova vitni hava møti tvær ferðir um vikuna. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Á hesum møtunum kanna vit Bíbliuna og læra, hvussu vit kunnu liva eftir henni. Øll kunnu koma á hesi møtini.

Á flestu møtunum ber til hjá áhoyrarunum at luttaka, nakað sum í einum orðaskifti í einum skúlaflokki. Luttøkan er frívillig. Møtini byrja og enda við sangi og bøn.

Tær nýtist ikki at vera eitt Jehova vitni fyri at koma á okkara møti. Vit bjóða øllum at koma við. Tað er ókeypis at koma inn, og eingin peningainnsavning fer fram.