Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR

Tá ið tú ikki kanst líta á tannáringin hjá tær

Tá ið tú ikki kanst líta á tannáringin hjá tær

Nakrir tannáringar koma ofta for seint heim. Aðrir lumpa foreldrini, kanska við at lúgva fyri teimum ella sníkja seg út fyri at vera saman við vinfólki. Hvat kanst tú gera, um tú følir, at tú ikki kanst líta á tannáringin hjá tær? *

 Ger sonurin uppreistur?

Tað er ikki vist. Bíblian sigur: „Dárskapur situr fastur í hjarta hins unga,“ og tað eru tannáringar ofta við til at prógva. (Orðtøkini 22:15) „Av og á taka ung fólk avgerðir uttan at hugsa seg um,“ skrivar Laurence Steinberg, professari í sálarfrøði. „Tú mást vænta, at tey gera mistøk.“ *

 Hvat um sonurin hevur verið óærligur?

Hugsa ikki, at hann bara ikki vil akta teg. Kanningar vísa, at ung hugsa nógv um, hvat foreldrini halda um tey, sjálvt um tað kanska ikki virkar so. Hóast sonurin kanska ikki vísir tað, er hann helst skuffaður av sær sjálvum og keddur um, at hann hevur skuffað teg.

Eitt brotið bein kann vaksa saman og blíva sterkt aftur – tað sama er galdandi við áliti, sum hevur fingið skaða

 Hvør hevur skyldina?

  •  Eru tað tey, hann er saman við? Bíblian sigur: „Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ (1. Korintbræv 15:33) Ja, vinir kunnu hava stóra ávirkan á tannáringar. Og nógv annað kann eisini ávirka teir, til dømis sosialir miðlar og lýsingar. Hugsa eisini um, at tannáringar ikki hava so nógvar lívsroyndir og tí kanska taka vánaligar avgerðir. Men ung mugu sjálvandi læra, at tað, sum tey gera, hevur avleiðingar. Tað hjálpir teimum at búnast og at taka ábyrgd sum vaksin.

  •  Er tað mín skyld? Tú ert kanska bangin fyri, at tú hevur verið ov strangur og soleiðis verið orsøk til, at sonurin ber seg skeivt at. Tað kann eisini vera, at tú ert bangin fyri, at tú hevur verið alt ov lagaligur. Heldur enn at hugsa ov nógv um, hvat tú møguliga hevur gjørt galið, er tað betri at hugsa um, hvussu tú kanst hjálpa soninum nú.

 Hvussu kann eg hjálpa soninum at byggja álitið upp aftur?

  •  Hav tamarhald á tær sjálvum. Sonurin væntar kanska, at tú verður illur. Hví ikki gera nakað heilt annað? Tosa róliga við sonin um, hví hann gjørdi, sum hann gjørdi. Var hann forvitin? Keddi hann seg? Føldi hann seg einsamallan? Vildi hann gera alt fyri at fáa vinir? Einki av hesum kann umbera tað, sum hann gjørdi, men tað kann hjálpa tær og soninum at skilja orsøkina.

    Meginregla í Bíbliuni: ’Verið skjót at hoyra, sein at tala, sein til vreiði!’ – Jákupsbrævið 1:19.

  •  Hjálp soninum at hugsa um tað, sum hendi. Spyr hann til dømis: Hvat hevur tú lært av tí, sum hendi? Hvat fert tú at gera øðrvísi, næstu ferð tú kemur í eina sovorðna støðu? Spurningar sum hesir kunnu læra sonin at hugsa seg betur um, áðrenn hann ger nakað.

    Meginregla í Bíbliuni: „Tú skalt vera tolin og halda á at sannføra, áminna og troysta tey við tíni undirvísing.“ – 2. Timoteusarbræv 4:2, Nýggi Sáttmálin.

  •  Lær hann, at tað, sum hann ger, hevur avleiðingar. Hetta riggar best, um avleiðingin hevur beinleiðis samband við tað skeiva, sum hann hevur gjørt. Um sonurin til dømis hevur skulkað fyri at vera saman við vinmonnunum, kundi tú sagt, at hann í eina tíð ikki sleppur at vera líka nógv saman við teimum.

    Meginregla í Bíbliuni: „Tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.“ – Galatiabrævið 6:7.

  •  Hugsa mest um at byggja álitið upp aftur. Tað tekur sjálvsagt tíð. Men tú mást lata sonin vita, at tað ber til at byggja álitið upp aftur. Tryggja tær, at hann skilur, at støðan ikki er vónleys. Heldur sonurin, at tú ongantíð fert at hava álit á honum aftur, missir hann kanska mótið.

    Meginregla í Bíbliuni: „Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!“ – Kolossebrævið 3:21.

^ par. 1 Hóast vit í hesi greinini umrøða tannáringin sum ein son, kunnu upplýsingarnar brúkast bæði í sambandi við dreingir og gentur.

^ par. 2 Úr bókini You and Your Adolescent.