Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er Guds vilji við mær?

Hvat er Guds vilji við mær?

Bíblian svarar

 Guds vilji er, at tú skalt læra hann at kenna, fáa tætt samband við hann og síðani elska hann og tæna honum av øllum hjarta. (Matteus 22:37, 38; Jákupsbrævið 4:8) Við at lesa um Jesu lív og læru finnur tú út av, hvussu tú kanst gera Guds vilja. (Jóhannes 7:16, 17) Jesus tosaði ikki bara um Guds vilja – hann gjørdi Guds vilja. Jesus segði, hvør meiningin við hansara lívi var: „Eg eri komin ... ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.“ – Jóhannes 6:38.

Noyðist eg at fáa eitt serligt tekin ella eina opinbering frá Gudi fyri at fáa at vita, hvat hansara vilji er við mær?

 Nei, tí Guds boðskapur til menniskjuni stendur í Bíbliuni. Har stendur alt, sum tú hevur brúk fyri, so tú kanst gerast ’førur fyri at gera alt gott verk’. (2. Timoteusarbræv 3:16, 17) Gud vil, at tú saman við Bíbliuni skalt brúka títt vit og skil fyri at vita, hvat hansara vilji er við tær. – Rómbrævið 12:1, 2; Efesusbrævið 5:17.

Ber tað til hjá mær at gera Guds vilja?

 Ja, tað ber til, tí Bíblian sigur: „Boð [Guds] eru ikki tung.“ (1. Jóhannesarbræv 5:3) Tað merkir ikki, at tað altíð er lætt at fylgja Guds boðum. Men tað er avgjørt stríðið vert. Jesus segði: „Sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“ – Lukas 11:28.