Far beinleiðis til innihaldið

Hví doyggja vit?

Hví doyggja vit?

Bíblian svarar

 Tað er natúrligt at hugsa um, hví vit doyggja, serliga tá ið vit missa ein kæran. Bíblian sigur: „Broddur deyðans er syndin.“ – 1. Korintbræv 15:56.

Hví synda og doyggja øll menniskju?

 Tey fyrstu menniskjuni, Ádam og Eva, mistu lívið, tí tey syndaðu móti Gudi. (1. Mósebók 3:17-19) Av tí at tey gjørdu uppreistur móti Gudi, slapst ikki undan deyðanum, tí Gud er ’lívsins kelda’. – Sálmur 36:10; 1. Mósebók 2:17.

 Syndin er eitt brek, sum Ádam gav øllum sínum eftirkomarum í arv. Bíblian sigur: „Syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin [trongdi] soleiðis ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu.“ (Rómbrævið 5:12) Øll menniskju doyggja, tí øll synda. – Rómbrævið 3:23.

Hvussu verður deyðin fyribeindur?

 Gud hevur lovað, at ein tíð skal koma, tá ið ’hann við alla skal gera deyðan til einkis’. (Esaias 25:8) Um hann skal beina fyri deyðanum, má hann beina fyri orsøkini til deyðan, og tað er syndin. Hetta fer Gud at gera við Jesusi Kristi, „sum tekur burt synd heimsins“. – Jóhannes 1:29; 1. Jóhannesarbræv 1:7.