Far beinleiðis til innihaldið

Hvat skuldi eyðkenna teir ’síðstu dagarnar’, ella ’endans tíð’?

Hvat skuldi eyðkenna teir ’síðstu dagarnar’, ella ’endans tíð’?

Bíblian svarar

 Bíblian fortelur um ymiskar hendingar, viðurskifti og hugburðsbroytingar, sum skuldu eyðkenna heimsins enda, ella „veraldar enda“. (Matteus 24:3, Dahl/Viderø) Bíblian rópar hetta tíðarskeiðið ’síðstu dagarnar’ og ’endans tíð’. – 2. Timoteusarbræv 3:1; Dániel 8:19.

Hvørjar eru nakrar av profetiunum um teir ’síðstu dagarnar’?

 Bíblian fortelur um nógv, sum skuldu henda samstundis og vera eitt tekin um teir síðstu dagarnar. (Lukas 21:7) Her eru nøkur dømi:

 Nógv kríggj. Jesus segði: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki.“ (Matteus 24:7) Og í Opinberingini 6:4 er profeterað um ein reiðmann, sum skuldi „taka friðin burtur av jørðini“. Hann er eitt symbol upp á kríggj.

 Hungursneyð. Jesus segði: „Hungur … skal vera.“ (Matteus 24:7) Og í Opinberingini er profeterað um ein reiðmann aftrat, sum er eitt symbol upp á umfatandi hungursneyð. – Opinberingin 6:5, 6.

 Stórir jarðskjálvtar. Jesus segði: „Jarðskjálvti skal vera víða hvar.“ (Matteus 24:7; Lukas 21:11) Hesir stóru jarðskjálvtarnir um allan heimin skuldu elva til størri skaða og fleiri deyðsføll enn nakrantíð.

 Sjúkur. Jesus segði, at pestur, ella farsóttir, fóru at vera. – Lukas 21:11.

 Kriminalitetur. Kriminalitetur hevur verið í øldir, men Jesus segði, at á síðstu døgum skuldi ’lógloysið fáa yvirhond’. – Matteus 24:12.

 Jørðin verður oyðiløgd. Í Opinberingini 11:18 er profeterað, at menniskjuni skuldu „oyða jørðina“. Tað skuldu tey gera upp á nógvar mátar, ikki bara við at vera harðlig og óærlig, men eisini við at skaða umhvørvið.

 Moralurin versnar. Í 2. Timoteusarbrævi 3:1-4 stendur, at menniskju sum heild skuldu vera „ótakksom, vanheiløg … óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða, svikafull, hugsanarleys, uppblást“. Hettaskuldi blíva so ógvisligt, at Bíblian rópar hesar tíðirnar „torførar“, og tær skuldu vera ringar at koma ígjøgnum.

 Familjur syndrast. Í 2. Timoteusarbrævi 3:2, 3 stendur, at nógv fólk skuldu vera „kærleiksleys“, og at børn skuldu vera „foreldrum ólýðin“.

 Fólk hava minni áhuga fyri Gudi. Jesus segði: ’Kærleikin skal kølna hjá hinum flestu.’ (Matteus 24:12) Tað, sum hann meinti, var, at fólk fóru at elska Gud minni. Og í 2. Timoteusarbrævi 3:4 stendur, at fólk á síðstu døgum skuldu „elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud“.

 Átrúnaðarligt hyklarí. Bíblian sigur í 2. Timoteusarbrævi 3:5, at fólk skuldu látast at tilbiðja Gud, men ikki liva eftir hansara normum.

 Størri fatan av profetium í Bíbliuni. Í Dániels bók stendur, at nógv fólk á „tíð endans“ skuldu fáa størri forstáilsi av Bíbliuni, millum annað av profetiunum, sum eru nevndar í hesi greinini. – Dániel 12:4.

 Ein boðskapur verður boðaður um allan heimin. Jesus segði: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki.“ – Matteus 24:14.

 Nógv skuldu vera líkasæl og spotta. Jesus segði, at fólk sum heild ikki fóru at leggja í prógvini um, at endin nærkast. (Matteus 24:37-39) Og í 2. Pætursbrævi 3:3, 4 stendur, at summi fóru at spotta tey, sum trúgva upp á hesi prógvini.

 Allar profetiirnar ganga út. Jesus segði, at á síðstu døgum skuldu allar hesar profetiirnar ganga út í senn – ikki bara nakrar av teimum ella tær flestu. – Matteus 24:33.

Liva vit á „síðstu døgum“?

 Ja. Viðurskiftini í heiminum og tíðarrokningin í Bíbliuni vísa, at teir síðstu dagarnir byrjaðu í 1914 – sama ár sum fyrri heimsbardagi brast á. Hygg at hesum videonum fyri at fáa at vita, hvussu heimsviðurskiftini vísa, at vit liva á síðstu døgum:

 Í 1914 fór Guds ríki at ráða í himli, og eitt tað fyrsta, sum hendi, var, at Satan Djevulin og hansara óndu einglar blivu blakaðir út úr himli. Síðani tá hava teir bara kunnað ávirkað tað, sum hendir á jørðini. (Opinberingin 12:7-12) Tað er týðiligt, at Satan ávirkar mannaættina, tá ið mann hugsar um, hvussu nógv hugburðurin og atburðurin hjá fólki er versnaður. Av tí sama eru teir síðstu dagarnir torførir at klára. – 2. Timoteusarbræv 3:1.

 Nógv stúra um alt tað, sum hendir, og tey eru bangin fyri, at samfelagið er um at fara í upploysn. Summi ivast enntá í, um mannaættin yvirhøvur hevur eina framtíð.

 Men hóast tað, síggja nøkur allíkavæl ljóst upp á framtíðina. Tey eru sikkur upp á, at Guds ríki skjótt fer at loysa allar trupulleikarnar í heiminum. (Dániel 2:44; Opinberingin 21:3, 4) Tey bíða tolin eftir, at Gud fer at uppfylla síni lyfti, og tey verða uppmuntrað av hesum orðunum hjá Jesusi: „Tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.“ – Matteus 24:13; Mika 7:7.