Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu sær Djevulin út?

Hvussu sær Djevulin út?

Bíblian svarar

 Djevulin er ein ósjónligur andaskapningur, og tað merkir, at hann ikki hevur nakran fysiskan kropp, sum vit síggja. – Efesusbrævið 6:11, 12.

 Djevulin verður ofta avmyndaður sum ein geitalíknandi skapningur við hornum, hala og eini kvísl. Nøkur halda, at listafólk úr miðøldini hava funnið upp á slíkar myndir, tí tey helst vóru ávirkað av sagnum og fornari gudalæru.

 Hvussu lýsir Bíblian Djevulin?

 Bíblian lýsir Djevulin upp á ymiskar mátar. Og tað hjálpir okkum at skilja, hvussu hann er sum persónur, ikki hvussu hann sær út. Her eru nøkur dømi um, hvussu Bíblian lýsir hann:

  •   Ein ljóssins eingil. Hann letur sum um, at hann bjóðar fólki nakað gott, tí hann vil, at tey skulu fylgja tí, hann sigur, heldur enn tí, Gud sigur. – 2. Korintbræv 11:14.

  •   Ein brølandi leyva. Hann loypur á Guds tænarar. – 1. Pætursbræv 5:8.

  •   Ein stórur dreki. Hann er ræðandi, hevur stórt vald og oyðileggur nógv. – Opinberingin 12:9.