Far beinleiðis til innihaldið

Hvørjir vóru teir „tríggir vísmenninir“? Var tað Gud, sum fekk teir at fylgja „Betlehemsstjørnuni“?

Hvørjir vóru teir „tríggir vísmenninir“? Var tað Gud, sum fekk teir at fylgja „Betlehemsstjørnuni“?

Bíblian svarar

 Um jóltíðir tosa fólk nógv um teir „tríggjar vísmenninar“ ella teir „tríggjar heilagu kongarnar“, sum vitjaðu Jesus, eftir at hann varð føddur. Men tað er ikki soleiðis Bíblian lýsir hesar menninar. (Matteus 2:1) Matteus evangelistur brúkti grikska orðið magoi um teir, sum vitjaðu Jesus. Hetta orðið vísir helst til serfrøðingar innan stjørnuspáfrøði og aðrar okkultar gerðir. a Í fleiri bíbliutýðingum verða teir nevndir „stjørnuspámenn“ ella „gandakallar“. b

 Hvussu nógvir „vísmenn“ vóru?

 Tað sigur Bíblian einki um, og ymiskar meiningar eru um, hvussu nógvir teir vóru. Í Encyclopedia Britannica stendur: „Sambært eysturlendskari siðvenju vóru 12 gandakallar, men sambært vesturlendskari siðvenju vóru teir tríggir, helst tí at lítla barnið fekk tríggjar gávur, nevniliga ’gull, roykilsi og myrra’ (Matteus 2:11).“

 Vóru „vísmenninir“ kongar?

 Um jóltíðir verða „vísmenninir“ ofta lýstir sum kongar, men soleiðis verða teir ongantíð umrøddir í Bíbliuni. Í Encyclopedia Britannica stendur, at fólk, fleiri hundrað ár eftir at Jesus varð føddur, royndu at „pynta upp á søguna“ um Jesu føðing við at siga, at menninir vóru kongar.

 Hvussu itu „vísmenninir“?

 Bíblian sigur einki um, hvussu stjørnuspámenninir itu. The International Standard Bible Encyclopedia sigur, at sambært mytum itu teir Kaspar, Melkior og Baltasar.

 Nær vitjaðu „vísmenninir“ Jesus?

 Tað gingu helst fleiri mánaðir, frá at Jesus varð føddur, til at stjørnuspámenninir vitjaðu hann. Hetta kunnu vit siga, tí Heródes kongur, sum ætlaði at drepa Jesus, gav boð um, at øll dreingjabørn, ið vóru tvey ár ella yngri, skuldu drepast. Hann valdi henda aldurin samsvarandi tí, sum stjørnuspámenninir høvdu sagt honum. – Matteus 2:16.

 Stjørnuspámenninir vitjaðu ikki Jesus ta náttina, hann varð føddur. Í Bíbliuni stendur: „Teir fóru so inn í húsið og sóu barnið og móður tess, Mariu.“ (Matteus 2:11) Hetta vísir, at familjan búði í einum húsi tá, og at Jesus ikki longur var eitt pinkubarn í eini krubbu. – Lukas 2:16.

 Var tað Gud, sum fekk „vísmenninar“ at fylgja „Betlehemsstjørnuni“?

 Summi trúgva, at tað var Gud, sum setti sokallaðu Betlehemsstjørnuna at leiða stjørnuspámenninar til Jesus. Hugsa um, hví tað ikki kann passa.

  •   Tað, sum líktist einari stjørnu, førdi fyrst stjørnuspámenninar til Jerusalem. Í Bíbliuni stendur: „Vísmenn [komu] úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: ’Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann.’“ – Matteus 2:1, 2.

  •   Tað var Heródes kongur og ikki stjørnan, sum fyrst fekk stjørnuspámenninar at fara til Betlehem. Tá ið Heródes hoyrdi um ein, sum skuldi verða „kongur Jødanna“, fór hann at kanna, hvar hesin Kristus skuldi verða føddur. (Matteus 2:3-6) Tá ið hann fann út av, at tað var í Betlehem, bað hann stjørnuspámenninar fara har at leita eftir barninum og síðani geva sær boð.

     Tað var ikki fyrr enn tá, at stjørnuspámenninir fóru til Betlehem. Í Bíbliuni stendur: „Táið teir høvdu hoyrt orð kongsins, fóru teir avstað, og stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk fyri teimum, inntil hon kom og varð standandi, uppi yvir har barnið var.“ – Matteus 2:9.

  •   Eftir at „stjørnan“ hevði víst seg, hendi ymiskt, sum setti lívið hjá Jesusi í váða, og tað hevði við sær, at ósek børn vórðu dripin. Tá ið stjørnuspámenninir fóru úr Betlehem, ávaraði Gud teir um ikki at fara aftur til Heródes. – Matteus 2:12.

 Hvat gjørdi Heródes? Bíblian sigur: „Táið Heródes nú sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann ógvuliga illur og sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allastaðni har um vegir, sum vóru tvey ár og minni, eftir tíðini, ið vísmenninir høvdu sagt honum.“ (Matteus 2:16) Gud hevði aldrin gjørt nakað so ónt. – Job 34:10.

a Grikski søgufrøðingurin Herodot, sum livdi í fimtu øld f.o.t., segði, at tey, sum vóru magoi tá á døgum, hoyrdu til ein mediskan (persiskan) ættarbólk, har fólkini vóru serkøn í stjørnuspáfrøði og dreymatýðing.

bNýggja Sáttmálan, Bibelen på Hverdagsdansk og týðingina hjá Seidelin. Í bíbliutýðingini eftir Victor Danielsen verða menninir, sum komu at vitja Jesus, nevndir „vísmenn“, men í ongum av týðingunum stendur, at teir vóru tríggir í tali.