Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

1

Guds navn í Hebraisku skriftunum

Guds navn í Hebraisku skriftunum

Guds navn skrivað við fornhebraisku bókstavunum, sum vórðu brúktir fyri útlegdina í Bábylon

Guds navn skrivað við hebraisku bókstavunum, sum vórðu brúktir eftir útlegdina í Bábylon

Guds navn, skrivað við teimum fýra hebraisku hjáljóðunum יהוה, stendur nærum 7.000 ferðir í Hebraisku skriftunum. Í New World Translation of the Holy Scriptures verða hesir fýra bókstavirnir, ið vanliga verða nevndir tetragrammið, týddir „Jehova“. Einki annað navn stendur so ofta skrivað í Bíbliuni. Hóast teir menninir, sum við íblástri skrivaðu Bíbliuna, lýsa Gud við nógvum ymiskum heitum, sum til dømis „hin Alvaldi“, „hin Hægsti“ og „Harri“, so er tetragrammið tað einasta navnið, teir brúka um Gud.

Jehova Gud syrgdi sjálvur fyri, at bíbliuskrivararnir brúktu hansara navn. Til dømis gav hann Jóeli profeti íblástur at skriva: „Ein og hvør, sum ákallar navn HARRANS [Jehova, NW], skal verða frelstur.“ (Jóel 3:5) Og Gud læt eitt sálmaskald skriva: „Lat teir sanna, at eingin uttan Tú eitur HARRIN [Jehova, NW], hin hægsti yvir allari jørðini!“ (Sálmur 83:19) Ja, bara í Sálmunum – einari bók við poetiskum teksti, sum Guds fólk skuldi syngja og lesa upp úr – stendur Guds navn umleið 700 ferðir. Men hvussu ber tað so til, at Guds navn ikki er at finna í nógvum bíbliuumsetingum? Hví skrivar New World Translation „Jehova“? Og hvat merkir Guds navn, Jehova?

Brot úr Sálmunum í eini deyðahavsrullu, sum er tíðarfest til fyrru helvt av fyrstu øld e.o.t. Teksturin er skrivaður við teimum hebraisku bókstavunum, sum vanliga vórðu brúktir eftir útlegdina í Bábylon, men tetragrammið stendur aftur og aftur skrivað við sermerktum fornhebraiskum bókstavum

Hví er navnið ikki at finna í nógvum bíbliuumsetingum? Orsakirnar eru ymiskar. Summi halda ikki, at hin alvaldi Gud hevur tørv á einum serstøkum navni, sum eyðkennir hann. Onnur eru helst ávirkað av jødiskari siðvenju og lata tí vera at brúka tað, kanska tí tey eru bangin fyri at vanhalga tað. Uppaftur onnur halda, at tá ið nú eingin við vissu veit, hvussu Guds navn eigur at úttalast, er frægast bara at brúka heiti, sum til dømis „Harrin“ ella „Gud“. Men slíkar atfinningar hava einki grundarlag, og orsakirnar eru hesar:

  • Tey, sum halda, at hinum alvalda Gudi ikki tørvar eitt serstakt navn, látast ikki at vita av vitnisburðunum um, at Guds navn stendur í gomlum avritum av hansara orði, eisini teimum, sum eru varðveitt úr tíðini fyri Kristus. Sum áður nevnt syrgdi Gud fyri, at navnið kom at standa í hansara orði okkurt um 7.000 ferðir. Tað er eyðsæð, at hann vil hava, at vit bæði skulu kenna og brúka hansara navn.

  • Umsetarar, ið hava so stóra virðing fyri jødiskari siðvenju, at teir strika navnið, gloyma nakað, sum er av stórum týdningi. Hóast summir jødiskir skriftlærdir ikki vildu úttala navnið, tóku teir tað ikki burtur úr sínum avritum av Bíbliuni. Í gomlum bókrullum, sum vórðu funnar í Qumran, tætt við Deyðahavið, stendur navnið nógvastaðni. Summir bíbliuumsetarar geva eina ábending um, at Guds navn stóð at lesa í upprunatekstinum, tá ið teir í staðin skriva heitið „HARRIN“ við stórum stavum. Men spurningurin er: Hví hava hesir umsetararnir loyvt sær at strika Guds navn úr Bíbliuni ella skriva nakað annað í staðin fyri, tá ið teir viðganga, at tað stendur fleiri túsund ferðir í bíbliutekstinum? Hvør hevur eftir teirra meining loyvt teimum at gera hesa broyting? Tað vita teir best sjálvir.

  • Tey, sum siga, at vit ikki eiga at brúka Guds navn, tá ið vit ikki vita, hvussu tað av røttum eigur at verða úttalað, aftra seg kortini ikki við at brúka navnið Jesus. Men lærisveinarnir hjá Jesusi í fyrstu øld úttalaðu hansara navn heilt øðrvísi, enn tey flestu kristnu gera í dag. Jødakristin hava helst sagt Jesjuʹa. Og heitið „Kristus“ varð úttalað Masjiʹach, ella „Messias“. Kristin, sum tosaðu grikskt, nevndu hann Jesusʹ Kristosʹ, og tey, ið tosaðu latín, søgdu Iesus Christus. Við íblástri frá Gudi varð grikska umsetingin av hansara navni skrivað í Bíbliuna. Tað vísir, at tey kristnu í fyrstu øld vóru so skilagóð at brúka navnið í tí sniði, sum var vanligt á teirra egna máli. Á sama hátt hevur nevndin, sum hevur umsett New World Translation, hildið tað vera skilagott at skriva „Jehova“, hóast tað ikki er heilt soleiðis, Guds navn varð úttalað á fornhebraiskum.

Hví skrivar New World Translation „Jehova“? Á føroyskum verða teir fýra bókstavirnir í tetragramminum (יהוה) skrivaðir við hjáljóðunum JHVH. Sum øll onnur fornhebraisk orð hevði tetragrammið eingi sjálvljóð. Tá ið fornhebraiskt var gerandismál, var tað einki fyri hjá lesaranum at seta røttu sjálvljóðini inn.

Umleið túsund ár eftir at Hebraisku skriftirnar vóru lidnar, gjørdu lærdir jødar eina skipan við úttaluteknum, sum vístu, hvørji sjálvljóð skuldu nýtast, tá ið fólk lósu hebraiskt. Tá í tíðini vóru nógvir jødar so pátrúnir, at teir hildu tað vera skeivt at siga Guds navn hart, og tí brúktu teir onnur orð í staðin. Tað tykist, sum teir, ið skrivaðu tetragrammið av, hava sett sjálvljóðini úr hesum orðunum saman við teimum fýra hjáljóðunum, sum umboðaðu Guds navn. Handritini við úttaluteknunum hjálpa okkum tí ikki at fáa greiðu á, hvussu navnið upprunaliga varð sagt á hebraiskum. Summi halda, at navnið varð úttalað „Jahve“, og onnur halda nakað annað. Ein deyðahavsrulla við einum broti úr Triðju Mósebók á grikskum umstavar Guds navn Jao. Harumframt skjóta fornir grikskir skrivarar upp, at navnið eisini kann úttalast Jae, Jabe og Jaue. Men vit eiga ikki at vera pásetlig. Vit vita heilt einfalt ikki, hvussu Guds tænarar í forðum úttalaðu navnið á hebraiskum. (1 Mósebók 13:4; 2 Mósebók 3:15) Tað, sum vit vita, er, at Gud ferð eftir ferð brúkti navnið hjá sær, tá ið hann samskifti við fólk sítt, og at tey brúktu navnið, bæði tá ið tey vendu sær til hansara og í dagligari talu. – 2 Mósebók 6:2; 1 Kongabók 8:23; Sálmur 99:9.

Men hví skrivar New World Translation so „Jehova“? Tí soleiðis hevur Guds navn leingi verið skrivað á nógvum málum.

William Tyndale týddi Mósebøkurnar í 1530. Her síggja vit Guds navn í Fyrstu Mósebók 15:2

Fyrstu ferð Guds navn varð skrivað í eina enska bíbliu var í 1530, tá ið William Tyndale umsetti Mósebøkurnar. Hann skrivaði „Iehouah“. Sum tíðin leið, broyttist enska málið, og tí varð Guds navn stavað meira tíðarhóskandi. Til dømis skrivaði Henry Ainsworth í 1612 „Iehovah“ í síni umseting av Sálmunum. Síðani, í 1639, tá ið verkið varð endurskoðað og prentað saman við Mósebókunum, varð „Jehovah“ brúkt. Í 1901 skrivaðu teir, ið umsettu American Standard Version, „Jehovah“, har sum Guds navn stóð í hebraiska tekstinum.

Tá ið virdi bíbliugranskarin, Joseph Bryant Rotherham, skuldi greiða frá, hví hann í sínum verki Studies in the Psalms frá 1911 skrivaði „Jehovah“ í staðin fyri „Yahweh“, segði hann, at hann vildi brúka „navnið í einum sniði, sum vanligir bíbliulesarar betur kennast við (og sum eisini er viðurkent)“. Í 1930 segði A.F. Kirkpatrick professari nakað tað sama viðvíkjandi navninum „Jehovah“. Hann segði: „Nútíðar málfrøðingar siga, at tað eigur at verða lisið Yahveh ella Yahaveh; men JEHOVAH tykist veruliga at hava fest røtur í enska málinum, og tað, sum um ræður, er ikki at hava heilt røttu úttaluna, men at viðurkenna, at talan er um eitt sernavn, ikki bara eitt heiti sum til dømis ’Harrin’.“

Tetragrammið JHVH: „Hann fær at verða“

Sagnorðið HVH: „at verða“

Hvat merkir navnið Jehova? Á hebraiskum kemur navnið Jehova av sagnorðinum הוה (hvh), sum merkir „at verða“, og summir granskarar halda, at tað er hebraiska sagnorðið í eini serligari bending (kausativ). Tí er nevndin, sum hevur umsett New World Translation, komin til ta niðurstøðu, at Guds navn merkir „Hann fær at verða“. Granskarar eru ymiskir á máli, og tí eiga vit ikki at vera pásetlig. Men henda lýsingin hóskar væl til leiklutin hjá Jehova sum Hann, ið hevur skapt alt og fremur sína ætlan. Hann er ikki bara atvoldin til, at alheimurin og vitigar verur eru til – hann fremur framvegis sín vilja og sína ætlan, sama hvat hendir.

Tí merkir navnið Jehova ikki bara tað, sum liggur í nær skylta sagnorðinum í Aðru Mósebók 3:14, har vit sambært New World Translation lesa: „Eg verði tað, sum eg velji at verða“ ella „Eg skal vera tað, sum eg vil vera.“ Hesi orðini lýsa ikki Guds navn til fulnar. Tey opinbera heldur eina síðu av persónleika Guds og vísa, at hann verður tað, sum í hvørjum einstøkum føri krevst, fyri at hann kann fremja sína ætlan. Hóast navnið Jehova kann hava hesa merkingina, er tað ikki avmarkað til tað, sum hann sjálvur velur at verða. Navnið merkir eisini, at hann fær tað, sum hann hevur skapt, at verða tað, sum er neyðugt, fyri at hann kann fremja sína ætlan.