Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Passar tað, sum Bíblian sigur um útlegdina hjá jødunum í Bábylon?

Passar tað, sum Bíblian sigur um útlegdina hjá jødunum í Bábylon?

 Fyri umleið 2.600 árum síðani vórðu jødarnir tiknir við valdi og førdir til Bábylon, og har vóru teir í útlegd í umleið 70 ár. Í Bíbliuni sæst, at Gud frammanundan hevði boðað frá, hvussu lívið hjá jødunum í útlegdini í Bábylon skuldi vera. Har stendur millum annað: „Byggið hús og búgvið í teimum, plantið urtagarðar og etið ávøkst teirra! Takið tykkum konur og fáið synir og døtur. ... Latið liggja tykkum á hjarta, at tí býi gongst væl, sum Eg havi herleitt tykkum til.“ (Jeremias 29:1, 4-7) Var lívið hjá jødunum veruliga soleiðis?

 Granskarar hava kannað meira enn 100 leirtalvur, sum ætlandi stava frá fortíðar Bábylon ella økinum har um leiðir. Talvurnar vísa, at nógvir jødar, sum vóru í útlegd, hildu fast við sínar egnu siðir og sína egnu trúgv og samstundis góvu seg undir bábylonska stýrið. Talvurnar, sum eru tíðarfestar frá 572 til 477 f.o.t., fevna um leigusáttmálar, handilsavtalur, skuldarbrøv og onnur fíggjarlig skjøl. Í einum uppslagsverki stendur: „Hesi skjølini geva okkum eina hóming av, hvussu lívið var hjá vanligum fólkum úti á bygd: tey veltu jørðina og bygdu hús, rindaðu skatt og gjørdu tænastu fyri kongin.“

Kílaskrifttalva úr Al-Yahudu

 Hesi týðandi skjølini prógva eisini, at eitt stórt samfelag av jødum var í einum býi, sum varð róptur Al-Yahudu, ella býur jødanna. Á talvunum standa nøvnini hjá jødum úr fýra ættarliðum, og nøkur av teimum eru skrivað við fornum hebraiskum bókstavum. Áðrenn talvurnar vórðu funnar, vistu granskarar øgiliga lítið um, hvussu lívið var hjá jødunum í útlegd í Bábylon. Ph.d. Filip Vukosavović, sum er nevndarlimur á forngripasavninum Israel Antiquities Authority, sigur: „Við hesum talvunum fáa vit endiliga meira at vita um hesi fólkini; vit fáa at vita, hvussu tey itu, hvar tey búðu, nær tey livdu, og hvat tey gjørdu.“

Jødar, sum vóru í útlegd í Bábylon, høvdu eitt ávíst frælsi

 Hóast jødarnir vóru í útlegd, høvdu teir eitt ávíst frælsi. Teir kundu til dømis sjálvir avgera, hvar teir vildu búgva, og hvat teir vildu gera. Teir búðu „ikki bara í Al-Yahudu, men eisini í nógvum øðrum býum“, sigur Vukosavović. Nakrir lærdu seg ymisk handverk, og tað vísti seg at vera ein fyrimunur, tá ið teir skuldu endurreisa Jerusalem. (Nehemias 3:8, 31, 32) Talvurnar úr Al-Yahudu vísa eisini, at nógvir jødar valdu at verða verandi í Bábylon eftir útlegdina. Hetta bendir á, at teir høvdu lutfalsliga góð livikor í Bábylon, eins og Bíblian sigur.