Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hann sær meg

Hann sær meg

Tak niður:

  1. 1. Eg standi vrakaður

    og einsamallur her

    við mínum knústu vónum.

    Í sor fór alt mítt lív, mín verð.

    Nú bøni eg um troyst,

    og eingin vísir seg.

    Sær nakar mína angist?

    Hvønn havi eg at ugga meg?

    (NIÐURLAG)

    Eg veit um ein,

    sum er hjá mær.

    Hann altíð var

    og er mær nær.

    Jehova veit,

    Jehova sær,

    hann hoyrir bøn

    og gevur kraft.

    Hvat enn kann møta mær,

    hann sær meg, mín Gud.

  2. 2. Um eg so missi alt,

    tí eg vil tæna tær,

    um allir vinir svíkja,

    so fert tú ongantíð frá mær.

    Mín Gud, tú skilur meg

    og vísir mær ein veg.

    Mín trúgv, mín vón og frelsa,

    í øllum líti eg á teg.

    (NIÐURLAG)

    Eg veit um ein,

    sum er hjá mær.

    Hann altíð var

    og er mær nær.

    Jehova veit,

    Jehova sær,

    hann hoyrir bøn

    og gevur kraft.

    Hvat enn kann møta mær,

    hann sær meg, mín Gud,

    eg veit hann sær!

    Hann altíð var

    og er mær nær.

    Jehova veit,

    Jehova sær,

    hann hoyrir bøn

    og gevur kraft.

    Hvat enn kann møta mær,

    hann sær meg, mín Gud.