Far beinleiðis til innihaldið

Hvørja áskoðan hava Jehova vitni á vísindi?

Hvørja áskoðan hava Jehova vitni á vísindi?

 Vit virða framstigini, sum eru gjørd á vísindaliga økinum, og vit trúgva vísindaligum úrslitum, sum kunnu prógvast.

 Vísindi verða í einari orðabók lýst sum „rannsóknir skipaðar eftir ávísum reglum til at koma fram til størri sannkenningar um eitthvørt evni“. (Føroysk orðabók, 1. útg.) Hóast Bíblian ikki er ein vísindalig lærubók, eggjar hon okkum til at kanna náttúruna og fáa nyttu av tí, sum onnur hava uppdagað á vísindaliga økinum. Her eru nøkur dømi:

  •   Stjørnufrøði. „Lyftið eygum tykkara móti hæddini og hyggið! – Hvør hevur skapt alt hetta? Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni!“ – Esaias 40:26.

  •   Lívfrøði. Sálomon „talaði um trøini, líka frá sedristrænum á Libanon til isopin, ið veksur út úr vegginum; og hann talaði um dýrini, um fuglarnar, um skriðdýrini og um fiskarnar“. – 1. Kongabók 4:33.

  •   Læknafrøði. „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum.“ – Lukas 5:31.

  •   Veðurfrøði. „Hevur tú verið, har sum kavin verður goymdur, og hevur tú sæð goymslur heglingsins ...! Hvørja leið fer ... eystanvindurin, táið hann spjaðir seg yvir jørðina!“ – Job 38:22-24.

 Í okkara lesnaði vísa vit virðing fyri vísindum við at skriva greinar um náttúruna og vísindalig avrik. Foreldur, sum eru Jehova vitni, eggja sínum børnum til at nema sær lærdóm, so tey verða betur før fyri at skilja heimin rundan um seg. Summi Jehova vitni arbeiða innan ymisk vísindalig øki, eitt nú lívevnafrøði, støddfrøði og alisfrøði.

Vísindi svara ikki øllum spurningum

 Vit halda ikki, at vísindi kunnu svara øllum teimum spurningunum, vit sum menniskju kunnu hava. a Til dømis kanna jarðfrøðingar, hvørjum jørðin er gjørd úr, og lívfrøðingar kanna, hvussu kroppurin virkar. Men hví hóskar jørðin so væl til lív, og hví virka allir kropslutirnir so væl saman?

 Vit eru komin til ta niðurstøðu, at tað bara er Bíblian, sum kann svara slíkum spurningum nøktandi. (Sálmur 139:13-16; Esaias 45:18) Tí halda vit, at góð undirvísing eigur at fevna um bæði vísindaligan og bíbilskan lærdóm.

 Av og á kann tað tykjast, sum vísindi mótsiga Bíbliuni. Men tað kemst ofta av, at fólk hava misskilt, hvat Bíblian veruliga lærir. Til dømis lærir Bíblian ikki, at tað bara tók seks 24-tíma dagar at skapa jørðina. – 1. Mósebók 1:1; 2:4.

 Summi vísindalig ástøði, sum flest øll góðtaka, eru ikki nóg væl prógvað, og verða tí vrakað av summum viðurkendum vísindafólkum. Av tí at náttúran ber dám av vitbornari sniðgávu (intelligent design), taka vit undir við sjónarmiðinum hjá nógvum lívfrøðingum, evnafrøðingum og øðrum, sum eru komnir fram til, at lívverur ikki eru komnar av tilvildarligari mutatión og natúrligari úrveljing.

a Erwin Schrödinger, eysturríkskur alisfrøðingur og nobelheiðurslønarvinnari, skrivaði, at vísindi siga „lítið og einki um alt tað ..., sum liggur okkum fremst í huga, tað, sum veruliga hevur týdning fyri okkum“. Og Albert Einstein segði: „Av pínufullum royndum hava vit lært, at rationell hugsan ikki megnar at loysa okkara samfelagstrupulleikar.“