Far beinleiðis til innihaldið

Hvør er Jehova?

Hvør er Jehova?

Bíblian svarar

 Sambært Bíbliuni er Jehova hin sanni Gud, sum hevur skapt alt. (Opinberingin 4:11) Profetarnir Ábraham og Móses tilbóðu hann, og tað gjørdi Jesus eisini. (1. Mósebók 24:27; 2. Mósebók 15:1, 2; Jóhannes 20:17) Hann er Gud „yvir allari jørðini“, ikki bara hjá einari tjóð. – Sálmur 47:3.

 Sambært Bíbliuni eitur Gud Jehova. a (2. Mósebók 3:15; Sálmur 83:19) Navnið kemur frá einum hebraiskum sagnorði, sum merkir „at verða“, og fleiri bíbliugranskarar halda, at tað merkir „Hann fær at verða“. Henda lýsingin hóskar væl til leiklutin hjá Jehova sum skaparin og sum tann, ið fullførir sína ætlan. (Esaias 55:10, 11) Bíblian hjálpir okkum eisini at skilja, hvussu Jehova er sum persónur og fremst av øllum, hvussu stóran kærleika hann hevur. – 2. Mósebók 34:5-7; Lukas 6:35; 1. Jóhannesarbræv 4:8.

 Á hebraiskum verður Guds navn skrivað við fýra bókstavum יהוה (JHVH), eisini kent sum tetragrammið. Mann veit ikki akkurát, hvussu Guds navn varð úttalað á fornhebraiskum. Men á føroyskum er tað vanligt at siga „Jehova“.

Hví vita vit ikki, hvussu Guds navn varð úttalað á fornhebraiskum?

 Fornhebraiskt varð bara skrivað við hjáljóðum. Hjá teimum, sum tosaðu hebraiskt, var tað einki fyri at seta tey røttu sjálvljóðini inn, tá ið tey lósu ein tekst. Men eftir at Hebraisku skriftirnar (Gamla testamenti) vóru lidnar, hildu nakrir jødar vegna pátrúgv, at tað var skeivt at úttala Guds navn. Tá ið teir lósu upp úr Skriftunum og komu fram á Guds navn, søgdu teir eitt nú „Harrin“ ella „Gud“ í staðin. Henda siðvenjan bleiv vanlig millum fólk, og sum árini gingu bleiv upprunaliga úttalan av Guds navni gloymd. b

 Summi halda, at Guds navn skal úttalast „Jahve“, meðan onnur halda nakað annað. Í eini deyðahavsrullu eru partar av Triðju Mósebók á grikskum, og har verður navnið umstavað Jao. Nakrir av teimum fyrstu griksku bíbliuskrivarunum skrivaðu eisini Jae, Jabe og Jaue. Men einki prógv er fyri, at navnið bleiv úttalað soleiðis á fornhebraiskum. c

Misskiljingar um Guds navn í Bíbliuni

 Misskiljing: Umsetingar, sum skriva „Jehova“, hava lagt hetta navnið aftrat.

 Sannroynd: Guds navn á hebraiskum stendur næstan 7.000 ferðir í Bíbliuni. d Tær flestu umsetingarnar strika Guds navn og seta heiti sum „Harrin“ í staðin.

 Misskiljing: Hin alvaldi Gud hevur ikki brúk fyri at hava eitt sernavn.

 Sannroynd: Tað var Gud sjálvur, sum fekk bíbliuskrivararnar at skriva hansara navn fleiri túsund ferðir í Bíbliuna. Og hann sigur eisini, at tey, sum tilbiðja hann, skulu brúka navnið. (Esaias 42:8; Jóel 3:5; Malakias 3:16; Rómbrævið 10:13) Faktiskt fordømdi Gud teir følsku profetarnar, sum royndu at fáa fólk at gloyma hansara navn. – Jeremias 23:27.

 Misskiljing: Sambært jødiskari siðvenju eigur Guds navn at verða strikað úr Bíbliuni.

 Sannroynd: Tað passar, at nakrir jødar ikki vildu úttala Guds navn, men teir strikaðu tað ikki úr sínum bíblium. Og Gud vil ikki, at vit skulu fylgja mannasiðum, sum stríða ímóti hansara boðum. – Matteus 15:1-3.

 Misskiljing: Guds navn eigur ikki at standa í Bíbliuni, tí eingin veit akkurát, hvussu tað skal úttalast á hebraiskum.

 Sannroynd: Hetta argumentið sigur í veruleikanum, at Gud væntar, at øll skulu úttala hansara navn akkurát líka, uttan mun til hvat mál tey tosa. Men Bíblian vísir, at tey, sum tilbóðu Gud í forðum og tosaðu ymisk mál, úttalaðu nøvn upp á ymiskar mátar.

 Eitt dømi er navnið á einum ísraelitiskum dómara, sum æt Josva. Tey fyrstu kristnu, sum tosaðu hebraiskt, úttalaðu navnið Jehosjua, meðan tey, sum tosaðu grikskt, søgdu Iesous. Bíblian brúkar griksku umsetingina av hebraiska navninum hjá Josva, sum vísir, at tey kristnu brúktu tann formin av sernøvnum, sum var vanligur á teirra máli. – Ápostlasøgan 7:45; Hebrearabrævið 4:8.

 Tað sama er galdandi, tá ið Guds navn skal umsetast. Tað týdningarmesta er, at Guds navn stendur í Bíbliuni, ikki at tað skal úttalast akkurát sum á fornhebraiskum.

a Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve, stytt Jah.“

b Eitt leksikon sigur: „Eftir útlegdina [í Bábylon] fingu fólk við tíðini eina serliga ærufrykt fyri navninum Jahve, og tað bleiv vanligt at siga ADONAJ [Harrin] ella ELOHIM [Gud] í staðin.“ – New Catholic Encyclopedia, onnur útgáva, bind 14, síðurnar 883-884.

c Fleiri upplýsingar eru at finna í 1. parti í heftinum Bíbliuhandbók.

dTheological Lexicon of the Old Testament, bind 2, síðurnar 523-524.