Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Er tað í lagi at flørta?

Er tað í lagi at flørta?

 Hvat vil tað siga at flørta?

 Nøkur halda, at tað at flørta vil siga, at tú við orðum ella gerðum gevur einum av hinum kyninum ta fatan, at tú hevur romantiskar kenslur fyri viðkomandi. Er tað skeivt at vísa, at tær dámar onkran? Ikki endiliga. „Hvussu kanst tú annars finna út av, um ein, sum tú hevur hug at læra betur at kenna, er áhugaður í tær?“ sigur Ann.

 Men henda greinin snýr seg um at flørta upp á tann mátan, at mann vísir romantiskar kenslur fyri onkrum, uttan veruliga at meina nakað við tað.

 „Eitt er at vísa einum dreingi serligt uppmerksemi, tí tú hevur hug at læra hann betur at kenna. Men tað er nakað heilt annað at fáa hann at halda, at tú hevur kenslur fyri honum, uttan at tú veruliga hevur tað.“ – Deanna.

 Hví flørta summi?

 Summi flørta bara fyri sjálv at føla seg væl. „Tá ið tú finnur út av, at tú kanst fáa uppmerksemi við at flørta, fært tú kanska hug at blíva við,“ sigur Hailey.

 Men um tú við vilja vísir, at tú ert áhugaður í onkrum, uttan at tú veruliga ert tað, so vísir tú faktiskt, at tú einki leggur í kenslurnar hjá viðkomandi. Og hvussu búgvin ert tú, um tú bara flørtar fyri tína egnu skyld? Bíblian sigur: „Tann, ið einki vit hevur, gleðist um dárskap.“ – Orðtøkini 15:21.

 Hailey sigur: „At flørta byrjar kanska sum stuttleiki, men endar ofta galið.“

 Hvørjir eru vandarnir?

  •   At flørta skaðar títt umdømi

     „Ein genta, sum flørtar, kemur at virka óálítandi og óbúgvin. Tú fært eina kenslu av, at hon ikki er ærlig, men bara roynir at útnytta teg.“ – Jeremy.

     Bíblian sigur: „Kærleikin ... søkir ikki sítt egna.“ – 1. Korintbræv 13:4, 5.

     Hugsa um hetta: Hvat kann fáa onnur at hugsa um teg sum ein, ið flørtar?

  •   At flørta særir tann, tú flørtar við

     „Tá ið eg møti einum, sum flørtar, havi eg ikki hug at vera har, sum hann er. Tað virkar sum, at hann bara tosar við meg, tí eg eri ein genta. Ein, sum flørtar, er líkaglaður við mær, hann hugsar bara um seg sjálvan.“ – Jaqueline.

     Bíblian sigur: „Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans.“ – 1. Korintbræv 10:24.

     Hugsa um hetta: Hevur nakar nakrantíð fingið teg at halda, at hann ella hon hevði kenslur fyri tær, har tú seinni fanst út av, at tað ikki passaði? Um so er, hvussu hevði tú tað so aftaná? Hvat kanst tú gera fyri ikki at særa onkran upp á tann mátan?

  •   At flørta ger tað torførari at finna sannan kærleika

     „Eg hevði hvørki havt hug at gingið saman við einum ella gift meg við einum, sum flørtar. Hvussu kann eg læra ein at kenna ella líta á ein, sum bara spælir sjónleik?“ – Olivia.

     Í Bíbliuni sigur sálmaskaldið Dávid: „Eg ... komi ikki saman við følskum menniskjum.“ – Sálmur 26:4.

     Hugsa um hetta: Hvat eru tað fyri fólk, sum dáma ein, ið flørtar? Hevði tú viljað, at sovorðin fólk dámdu teg?