Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Er tað so farligt, um mann bannar?

Er tað so farligt, um mann bannar?

„Eg hugsi ikki so nógv um, at fólk banna. Tað er so vanligt at gera tað.“Christopher, 17.

„Eg bannaði illa, tá eg var yngri. Tað var lætt at fáa tann vanan, men hann var ringur at sleppa av við.“Rebecca, 19.

 Spyr teg sjálvan

  •   Hvat heldur tú um tað, at onnur banna?

    •  Eg leggi ikki merki til tað – øll gera tað.

    •  Eg haldi ikki, tað ljóðar pent – men eg fái einki gjørt við tað.

    •  Eg haldi tað ljóðar forferdiligt – tað er strævið at hoyra uppá.

  •   Hvussu ofta bannar tú?

    •  Aldrin

    •  Av og á

    •  Ofta

  •   Heldur tú, at tað er so farligt, um mann bannar?

    •  Nei

    •  Ja

 Hví hevur tað týdning?

 Heldur tú, at tað er nakað galið við at banna? Tú sigur kanska: ’Nei, faktiskt ikki. Tað er so nógv annað í heiminum, sum er nógv verri. Og øll bannað jú!’ Men passar tað?

 Trúgv tí ella ei, tað eru nógv fólk, sum ikki banna ella tosa ljótt. Og tey hava góðar grundir til at lata vera. Til dømis hesar:

  •  At banna handlar ikki bara um orð. Tað, sum tú sigur, vísir, hvussu tú ert innast inni. Viss tú bannar og tosar ljótt, kann tað fáa onnur at halda, at tú ert líkaglaður við teimum. Er tað virkuliga soleiðis tú ert?

     Bíblian sigur: „Tað, sum út fer av munninum, kemur úr hjartanum, og tað er tað, sum ger menniskjað óreint.“ – Matteus 15:18.

    At banna dálkar luftina. Hví útseta teg sjálvan ella onnur fyri tað?

  •  At banna kann fáa onnur at hugsa negativt um teg. Í bókini Cuss Control, sum handlar um tað at banna, stendur: „Mátin, vit tosa uppá, er avgerandi fyri, hvørjar vinir vit fáa, um familja og arbeiðsfelagar dáma ella virða okkum, um vit fáa eitt arbeiði ella kanska eitt hægri starv, og um fremmand fólk dáma okkum ella ikki.“ Í bókini stendur eisini: „Spyr teg sjálvan, um tú kundi fingið betri vinir, viss tú ikki bannaði.“

     Bíblian sigur: „Øll háðan veri langt frá tykkum.“ – Efesusbrævið 4:31.

  •  At banna er ikki so kul, sum tú kanska heldur tað vera. Í bókini How Rude! sigur Alex Packer: „Tað er strævið at hoyra upp á fólk, sum banna alla tíðina.“ Hann sigur eisini, at ein, sum bannar og tosar ljótt alla tíðina, „sjáldan sigur nakað stuttligt, skilagott ella kerligt. Viss tú tosar upp á ein keðiligan máta, hevur tú sikkurt eisini eina keðiliga persónligheit“.

     Bíblian sigur: „Eingin ólíklig [ella rotin] tala komi tykkum av munni.“ – Efesusbrævið 4:29.

 Hvat kanst tú gera?

  •  Tú kanst seta tær eitt mál. Royn at halda uppat at banna innan fyri ein mánað. So hvørt sum dagarnir ganga, kanst tú skriva í ein kalendara ella onkra aðrastaðni, hvussu tað gongur. Men fyri at tað skal lukkast, noyðist tú kanska at gera okkurt aftrat. Til dømis hetta:

  •  Tú mást halda teg frá undirhaldi, har fólk banna og tosa ljótt. Bíblian sigur: „Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ (1. Korintbræv 15:33) „Felagsskapur“ vísir ikki bara til fólk, men eisini til undirhald, so sum filmar, telduspøl og tónleik. Kenneth, sum er 17 ár, sigur: „Áðrenn mann veit av, syngur mann við upp á ein sang við banniorðum, bara tí hann hevur eina góða rútmu.“

  •  Tú mást vísa, at tú ert búgvin. Nøkur banna, tí tey halda, at so ljóða tey vaksin. Men faktiskt er tað akkurát øvut. Bíblian sigur, at tey, sum eru búgvin, hava lært seg „at skilja millum gott og ilt“. (Hebrearabrævið 5:14) Tey vilja ikki banna og tosa ljótt, bara fyri at onnur skulu dáma tey.

 Tað at tosa ljótt kann samanberast við dálking. Akkurát sum dálking dálkar luftina, so dálkar ljótt mál sinnið. Og tíverri er sinnið hjá nógvum longu dálkað. Men bókin Cuss Control gevur okkum hesi góðu ráðini: „Ansa eftir, at tú ikki ert við til at dálka. Tú kanst royna at tosa pent við onnur. Tú fært tað betri sjálvur, og onnur fara at dáma betur at vera saman við tær.“