Far beinleiðis til innihaldið

Hvørjir ella hvat eru einglar?

Hvørjir ella hvat eru einglar?

Bíblian svarar

 Einglar eru verur, sum eru sterkari og duga nógv meira enn menniskju. (2. Pætursbræv 2:11) Teir liva í himli, ella í andaheiminum, sum er lív á einum støði, ið er hægri enn fysiski alheimurin. (1. Kongabók 8:27; Jóhannes 6:38) Tí verða teir eisini nevndir andar. – 1. Kongabók 22:21; Ápostlasøgan 23:8, 9.

Hvar koma einglar frá?

 Gud skapti einglarnar við Jesusi, honum, sum Bíblian rópar „hin fyrstafødda av øllum skapningum“. Tá ið Bíblian greiðir frá, hvussu Gud brúkti Jesus, tá ið hann skapti, sigur hon: „Í Syni sínum [Jesusi] skapti Gud alt í himli og á jørð, tað sjónliga og tað ósjónliga,“ og tí eisini einglarnar. (Kolossebrævið 1:13-17, Nýggi Sáttmálin) Einglar giftast ikki og fáa ikki børn. (Markus 12:25) Hesir „synir Guds“ eru skaptir hvør sær. – Job 1:6.

 Einglar vórðu skaptir fyri heilt langari tíð síðani, áðrenn jørðin var til. Vit lesa, at einglarnir „róptu av gleði“, tá ið Gud skapti jørðina. – Job 38:4-7.

Hvussu nógvir einglar eru til?

 Bíblian sigur ikki akkurát, hvussu nógvir teir eru, men hon vísir, at talið er stórt. Til dømis sá ápostulin Jóhannes fleiri hundrað milliónir av einglum í eini sjón. – Opinberingin 5:11.

Hava einglar hvør sítt navn, og eru teir ymiskir?

 Ja. Bíblian nevnir nøvnini á tveimum einglum, Mikael og Gabriel. (Dániel 12:1; Lukas 1:26) a Aðrir einglar viðgingu, at teir høvdu nøvn, men teir søgdu ikki, hvussu teir itu. – 1. Mósebók 32:29; Dómararnir 13:17, 18.

 Einglar eru ymiskir av lyndi. Teir eru førir fyri at tosa saman. (1. Korintbræv 13:1) Teir hava bæði vit og skil og kunnu prísa Gudi. (Lukas 2:13, 14) Og tað stendur teimum frítt at velja, um teir vilja gera tað, sum er rætt, ella ikki. Hetta sást til dømis, tá ið nakrir av teimum syndaðu og tóku undir við Satani Djevulinum, tá ið hann gjørdi uppreistur ímóti Gudi. – Matteus 25:41; 2. Pætursbræv 2:4.

Hava einglarnir ymiska tign og ymiskan myndugleika?

 Ja. Tann eingilin, sum hevur størsta myndugleikan, er høvuðseingilin Mikael, og hann er eisini tann sterkasti. (Judasarbrævið 9; Opinberingin 12:7) Serafar eru einglar, sum hava stóra tign. Teir eru staddir tætt við hásæti Guds. (Esaias 6:2, 6) Kerúbar eru aðrir einglar, sum hava stóra tign og serligar uppgávur. Til dømis vórðu kerúbar settir at verja inngongdina til Edens urtagarð, eftir at Ádam og Eva vóru rikin út. – 1. Mósebók 3:23, 24.

Hjálpa einglar menniskjum?

 Ja, Gud sendir sínar trúføstu einglar út at hjálpa menniskjum í dag.

Hava øll ein verndareingil?

 Hóast einglarnir vilja, at tað skal ganga okkum væl andaliga, merkir tað ikki, at Gud hevur givið okkum hvør sín eingil til verju. b (Matteus 18:10) Einglarnir fría ikki Guds tænarar frá øllum royndum og freistingum. Bíblian vísir, at Gud ofta ’saman við freistingini eisini ger útgongdina úr henni’. Tað ger hann við at geva okkum vísdóm og styrki, so vit klára freistingina. – 1. Korintbræv 10:12, 13; Jákupsbrævið 1:2-5.

Misskiljingar um einglar

 Misskiljing: Allir einglar eru góðir.

 Sannroynd: Bíblian tosar um „andaher óndskaparins“ og ’einglar, sum syndaðu’. (Efesusbrævið 6:12; 2. Pætursbræv 2:4) Hesir óndu einglarnir eru illir andar, sum fylgdu Satani, tá ið hann gjørdi uppreistur ímóti Gudi.

 Misskiljing: Einglar eru ódeyðiligir.

 Sannroynd: Óndir einglar, eisini Satan, verða fyribeindir. – Judasarbrævið 6.

 Misskiljing: Tá ið fólk doyggja, verða tey til einglar.

 Sannroynd: Einglarnir eru skaptir av Gudi, teir eru ikki menniskju, sum eru risin upp. (Kolossebrævið 1:16) Menniskju, sum rísa upp til lív í himli, fáa ódeyðiligleika í gávu frá Gudi. (1. Korintbræv 15:53, 54) Tey fáa hægri tign enn einglar. – 1. Korintbræv 6:3.

 Misskiljing: Einglar eru til fyri at tæna menniskjum.

 Sannroynd: Einglar akta Gud, ikki okkum. (Sálmur 103:20, 21) Jesus visti, at hann mátti biðja til Gud um hjálp, ikki til einglarnar. – Matteus 26:53.

 Misskiljing: Vit kunnu biðja til einglarnar um hjálp.

 Sannroynd: Bøn er tilbiðing, og vit skulu bara tilbiðja Jehova Gud. (Opinberingin 19:10) Tað er altso bara Gud, vit eiga at biðja til, og tað skal vera gjøgnum Jesus. – Jóhannes 14:6.

a Onkrar bíbliuumsetingar brúka orðið „Lusifer“ í Esaias 14:12, og nøkur halda, at tað er navnið á tí einglinum, sum bleiv Satan Djevulin. Men tað upprunaliga hebraiska orðið í hesum ørindinum merkir „tann lýsandi“. Samanhangið vísir, at henda orðingin ikki sipar til Satan, men til teir stoltu bábylonsku kongarnar, sum Gud fór at eyðmýkja. (Esaias 14:4, 13-20) Orðingin „tann lýsandi“ varð brúkt spottandi um ta bábylonsku kongsættina, eftir at hon var fallin.

b Summi hava skilt tað, sum Pætur hevði sín egna verndareingil, tá ið hann varð fríaður úr fongslinum. (Ápostlasøgan 12:6-16) Men tá ið lærisveinarnir søgdu „eingil [Pæturs]“, hava teir kanska mistikið seg og hildið, at tað var ein eingil, sum umboðaði Pætur, ið var komin til teirra, og ikki Pætur sjálvur.